EB/Streymur

Nú mega vit taka okkum saman og vinna aftur

Seinasti landskappingardystur gekk ikki eftir vild.
   Als ikki!

 

   Tað er bara ikki nóg gott bara at fáa eitt stig mót teimum næstbestu hjá AB. OK, veðrið var ikki nakað serligt, men tað vistu vit frammanundan, men vána­liga veðrið er eins fyri báðar partar, hóast argjamenn nokk eru meir vanir við veðurvánirnar inni í Vika.
   Tí tað var ikki bara ringa veðrið, ið skapti úrslitið. Fyrst og fremst mega vit duga betur at umseta møgulleikar til mál, tí møgulleikum manglaðu vit ikki hendan dagin.
   Og harnæst mega vit duga betur at halda tætt í egnum máli, og hatta sum hendi á Argjum var barastani ikki nóg gott!
   Ná, men hasin dysturin er farin, og nú liggur nýggj uppgáva fyri framman.
   Hesuferð eru tað teir næstbestu hjá KÍ, sum vitja við Margáir.
   Klaksvíkingar hava nógvar góðar spælarar. Vit síggja teir á besta liði felagsins, men teir eiga so nógvar evnagóðar spælarar, at vit síggja teir so sanniliga eisini á næstbesta liðnum.
   Gjøgnum fleiri ár hevur KÍ megna at fingið sera góð úrslit í 1. deild, og tað hava teir eisini í ár.
   Feskasta dømi er, at teir seinasta umfar vunnu sannførandi á FC Suðuroy, sum hevur greiða ætlan um at flyta upp.
   Tað hava vit eisini, men treytin fyri tí er, at man vinnur sínar dystir. Kiksarin seinasta umfar eigur at vera eitt eindømi, men skulu vit gera okkum tankar um at vinna á dagsins gestum, so mega vit vera klárir frá fyrsta bríksli.
   Dystirnir nú í seinnu hálvu av apríl eru tættir. Tveir mikudagsdystir viku um viku, samstundis sum vit seinasta sunnudag spældu í kappingini um Løgmans­steypið, meðan dagsins mótstøðulið hevði frí.
   Men tað eigur ikki at vera nakað at umskylda seg við, tí treytirnar eru tær somu fyri onnur eisini, og skal man roknast millum tey ovastu liðini, so eigur liðið at hava dygdir at vísa gott spæl og ikki minst at evna at skora mál.

 

 

Saman standa við sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version