EB/Streymur

Spennandi hálvfinala hjá kvinnunum

Hóskvøldið kl. 19.30 verður fyrra hálvfinala í steypakappingini hjá kvinnum.

Dysturin er millum oddaliðini í landskappingini, nevniliga sigursvanda KÍ-liðið og so felagsliðið EB/Streym/Skála. Liðið hjá okkum spælir fyrsta árið eftir hesum nýggja samstarvinum, sum hevur víst seg at virka væl og geva góð úrslit.

Last Updated on mikudagin, 22. mai 2013 17:04

Sæð: 1988 ferðir

Les meira...

Tað týdningarmiklasta var 3 stig í dag

Lat tað vera sagt beinanvegin: Dysturin í Sørvági í dag var ikki tann best spældi hjá EB/Streymi í ár!

Men tað var sera týdningarmikið at fáa 3 stig í dag, og tey fingu vit. Dysturin var rótutur og illa spældur av báðum liðum, men tað var so EB/Streymur, ið hevði munin í dag og fortjent fór við øllum stigunum.

Last Updated on mánadagin, 20. mai 2013 23:57

Sæð: 2267 ferðir

Les meira...

Tepurt tap í Klaksvík

Leygardagin spældu KÍ og EB/Streymur, 1. deild, við Djúpumýru í Klaksvík. Á pappírinum ein trupul dystur, tí KÍ hevur hevur eitt gott lið í 1. deild eisini, og tá vit nú møttu teimum á útivølli, so vóru útlitini til eitt gott úrslit ikki eins bjørt og vónirnar.

Dysturin byrjar við, at okkara menn liggja og bíða eftir møguleikanum, meðan KÍ hevur bóltin nokk so nógv. Hesa løtuna megnar KÍ eisini at bróta ígjøgnum hjá okkum og leggja seg á odda.

Last Updated on sunnudagin, 19. mai 2013 22:34

Sæð: 2221 ferðir

Les meira...

Komu ov seint í gongd

Mikukvøldið var oddabrak í 1. deild hjá kvinnum, tá felagsið okkara EB/Streymur/Skála var í Djúpumýru og spældi móti einaráðandi KÍ-kvinnunum seinastu nógvu árini.

Áðrenn kappingina í ár vóru tað nógv, ið mettu, at HB fór at vera størsti konkurenturin hjá KÍ í ár, men felagsliðið hjá okkum hevur prógvað, at tær eisini skulu roknast upp í, tá tosað verður um toppin í 1. deild.

Last Updated on leygardagin, 18. mai 2013 13:45

Sæð: 2232 ferðir

Les meira...

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version