EB/Streymur

Iðra okkum um at missa á stokkinum

Tað eydnaðist ÍF at bróta sigusrøðina hjá EB/Streymi í jøvnum dysti í Fuglafirði í kvøld.

Tó iðra vit okkum um, at ikki eydnaðist okkum at fáa øll stigini, tí eftir tvær ferðir at vera á odda, eydnaðist tað ÍF at javna, seinnu ferð við sera ivasomum máli, sum helst bara linjuverjin sá innanfyri.

Last Updated on fríggjadagin, 24. mai 2013 23:32

Sæð: 2240 ferðir

Les meira...

KÍ steypavinnari hjá kvinnum?

Tað er nógv, sum bendir á, at KÍ aftur í ár verður steypavinnari hjá kvinnum.

Í hvussu er verður tað at kalla ómøguligt hjá okkara kvinnum at koma víðari til finaluna, eftir at vit í kvøld taptu 4-0 við Margáir. Fyri at koma víðari krevst nú, at vit vinna við 5 málum í Klaksvík, og tað er bara á pappírinum, at slíkir møguleikar finnast.

Last Updated on fríggjadagin, 24. mai 2013 00:13

Sæð: 1846 ferðir

Les meira...

Spennandi hálvfinala hjá kvinnunum

Hóskvøldið kl. 19.30 verður fyrra hálvfinala í steypakappingini hjá kvinnum.

Dysturin er millum oddaliðini í landskappingini, nevniliga sigursvanda KÍ-liðið og so felagsliðið EB/Streym/Skála. Liðið hjá okkum spælir fyrsta árið eftir hesum nýggja samstarvinum, sum hevur víst seg at virka væl og geva góð úrslit.

Last Updated on mikudagin, 22. mai 2013 17:04

Sæð: 1918 ferðir

Les meira...

Tað týdningarmiklasta var 3 stig í dag

Lat tað vera sagt beinanvegin: Dysturin í Sørvági í dag var ikki tann best spældi hjá EB/Streymi í ár!

Men tað var sera týdningarmikið at fáa 3 stig í dag, og tey fingu vit. Dysturin var rótutur og illa spældur av báðum liðum, men tað var so EB/Streymur, ið hevði munin í dag og fortjent fór við øllum stigunum.

Last Updated on mánadagin, 20. mai 2013 23:57

Sæð: 2195 ferðir

Les meira...

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version