EB/Streymur

Rógvi tvey ár afturat

EB/Streymur hevur í kvøld longt sáttmálan við Rógva Egilstoft Nielsen.

Liðskiparin, sum kom til felagið í 2013, og hann hevur verið sera væl dámdur frá fyrsta degi.

Rógvi er ein sera týdningarmikil leikari fyri liðið, og umframt tað ger hann eitt stórt arbeiði í felagnum, har hann m.a. er venjari hjá ungdómsliði.

Komandi ár fær hann eisini aðrar uppgávur í ungdómsmenningini hjá felagnum.

Nýggi sáttmálin hjá Rógva er galdandi fyri tvey tey komandi árini.

Last Updated on hósdagin, 21. september 2017 23:15

Sæð: 1454 ferðir

Heðin eisini venjari í 2018

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt nýggja avtalu við høvuðsvenjarin hjá Effo-liðnum, Heðin Askham, um at hann eisini stendur við róðrið komandi kappingarár.

Last Updated on týsdagin, 29. august 2017 20:19

Sæð: 973 ferðir

Av bonkinum og í málið einaferð enn

Við einum megnar avriki komu vit aftur í aftur og vendu 0-1 til 2-1. Málslúkurin hjá okkum, Arnbjørn Hansen, skoraði bæði málini.

Við dystinum í dag fingu vit longt EB/Streyma-kompleksið hjá KÍ í Streymnesi. Síðan 2007 hevur ikki eydnast KÍ at vunnið á okkum í fremstu mansdeildini við Margáir. Søtt, tá hugsað verður um, hvussu KÍ spilti okkum spælið árið fyri.

Last Updated on týsdagin, 15. august 2017 21:23

Sæð: 1314 ferðir

Les meira...

Tvær málperlur góvu okkum sigurin

Við einum góðum innsatsi megnaðu okkara leikarar at koppa HB. Tað endaði 2-1 heima við Margáir. Fyrsti málskjútti í dystinum gjørdist Poul G. Olsen, sum eftir innkast frammi í høgru síðu smekkaði ein bólt móti málinum úr spískum.

Last Updated on mánadagin, 07. august 2017 13:41

Sæð: 1273 ferðir

Les meira...

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version